- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndirnar vóru avgerandi
Tað er mestsum vorðin ein vani.
Aron D. Jacobsen vann um vikuskiftið danmarksmeistaraheiti í amboðsfimleiki, og tað er triðja árið á rað, at hann er ovast á sigursskamlinum.
- Eg eri øgiliga glaður fyri at havi fingið so góð úrslit, serliga tí at eg eri lesandi, og tað er ringt at fáa tíð til alt, sigur Aron D. Jacobsen.
Hann hevur fingið sín fimleikauppvøkstur í Havnar Fimleikafelag, men í DM-kappingini, sum var í Keypmannahavn, umboðaði hann danska felagið, Gefion.
- Eg upplivi bæði upp- og niðurtúrar, men tá tað kemur til stykkis, havi eg megnað at gera tað, sum skal til. So eg eri mega stoltur, sigur hann.
Vann tríggjar greinar - næstbestur í tveimum
Kappingin um danmarksmeistaraheitini varðir í tveir dagar. Aron D. Jacobsen kvalifiseraði seg til finalurnar í øllum seks amboðunum, og á gólvi, í beinsveiggi og í ringum var føroyingurin bestur, meðan hann var næstfremstur í barr og rekk.
Samanlagt vann hann kappingina.
- Eg haldi, at royndirnar frá trýstum støðum í undanfarnum kappingum, høvdu øgiliga nógv at siga, og gjørdu, at eg kom væl ígjøgnum tað, sigur Aron D. Jacobsen, nú kappingarárið er liðugt.
Hann ætlar sær at blíva betri í beinsveiggi, og tað verður hann við at kappast í altjóða kappingum. Ein av hesum eru fimleikaoyggjaleikirnir, sum eru á skránni í Álandi í juli.
Har skal Aron D. Jacobsen kappast saman við føroyska fimleikalandsliðnum.