Mia besti juniorfimleikari í ríkinum

Mia besti juniorfimleikari í ríkinum
Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag gjørdi bart til DM í amboðsfimleiki, har hon vann gull í juniorbólkinum
 
04.11.2024 - 13:55

Um vikuskiftið bleiv Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag danmarkarmeistari í amboðsfimleiki fyri einstaklingar í juiniorbólkinum.

Umframt hetta vunnu Mia Højgaard, Anna Sofía Højsted og Marin Danielsen eisini DM-gull í liðkappingini.

Hóast tær búgva í Føroyum og í gerandisdegnum venja við Havnar Fimleikafelag, kappaðust tær til DM fyri danska fimleikafelagið KG66.

Bæði kvinnur og menn vunnu eisini fleiri heiðursmerki í einstøku greinunum.

Venjari hjá teimum heima í Føroyum er Camelia Mihaela Mindricel, sum eisini var við teimum á ferðini. Djóni Sakarisson, sum er venjari á mannfólkasíðuni hjá Havnar Fimleikafelag, var eisini við sínum monnum til DM.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791