- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa nú aftur inn um 12 fjórðingar
Sleppa nú aftur inn um 12 fjórðingar
Trolarar, sum fáa loyvi, kunnu í mesta lagi brúka 68 fiskidagar innan fyri 12 fjórðingar
15.05.2023 - 08:46
Trolbátar sleppa nú aftur inn um 12 fjórðingar eftir flatfiski.
Talan er um trolarar, sum eru í mesta lagi 120 bruttotons.
Teir kunnu royna á 11 økjum í ávis tíðarskeið.
Líka nógv fiskiloyvi vera latin til at fiska innan fyri 12 fjórðingar, sum vóru latin í 2019.
Trolarar, sum fáa loyvi, kunnu í mesta lagi brúka 68 fiskidagar innan fyri 12 fjórðingar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV