HB hevur knívin á barkanum

HB hevur knívin á barkanum
Um HB vinnur oddadystin ímóti KÍ í dag, verður bert eitt stig á muni millum liðini. Vinna klaksvíkingar hinvegin, hevur meistaraliðið tikið eitt stórt fet ímóti FM-heitinum
Málrúsur: Árni Frederiksberg og KÍ vitja HB í stórdystinum í Gundadali
 
14.05.2023 - 14:02

HB hevur knívin á barkanum, tá ósigraða oddaliðið, KÍ, vitjar á Ovara vølli í Havn í dag.

Fýra stig skilja liðini undan síðsta dystinum í fyrsta triðingi av Betri-deildini, og munurin á sigri og tapi er stórur.

Vinnur heimaliðið er veruligur spenningur aftur í kappingini um føroyameistaraheitið; vinnur KÍ tekur meistaraliðið eitt stórt fet ímóti enn einum FM-heiti. 


B36 er eisini við

Triðja liðið, sum enn kann sigast at vera við í FM-kappingini, er B36. 

Árstalsfelagið tekur ímóti ÍF á heimavølli, har B36 á pappírinum er favorittur, men ÍF gav KÍ skarpan gang seinast og skal ikki avskrivast.

Tveir aðrir dystir eru eisini í dag.

EB/Streymur tekur ímóti 07 Vestur í Hólmanum á Eiði, meðan TB vitjar B68 á Svangaskarði.

Í morgin spæla Víkingur og AB í Sarpugerði.


9. umfar í Betri-deildini við monnum:
Kl. 15:00: HB - KÍ
Kl. 15:00: EB/Streymur - 07 Vestur
Kl. 16:00: B68 - TB
Kl. 18:00: B36 - ÍF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV