REILEY: "Eg vóni, at føroyingar eisini eru ernir"

REILEY: "Eg vóni, at føroyingar eisini eru ernir"
LJÓÐ: Reiley er bæði væl nøgdur og errin av sínari framførslu í Eurovision-sangkappingini, hóast tað tíverri ikki rakk til eitt finalupláss fyri Danmark
Rani "Reiley" Petersen dvølur ikki við vónbrotið av ikki at koma í Eurovision-finaluna. "Eg gjørdi mítt besta"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.05.2023 - 23:53

"Tað er sjálvandi ordiliga harmiligt, at tað ikki rakk til eitt finalupláss í kvøld. Eg gjørdi mítt allarbesta, og eg eri ordiliga errin av og væl nøgdur við mína framførslu."

Tað sigur Reiley, sum skrivaði føroyska tónleikasøgu, tá hann sum fyrsti føroyingur nakrantíð trein inn á pallin í Eurovision-sangkappingini. 

Tíverri rakk tað ikki til eitt finalupláss, 

Reiley dvølur ikki við vónbrotið.

Hinvegin vónar hann, at hann hevur slóðað fyri, at Danmark næsta ár kann sleppa burtur úr sínari Eurovision-bannseting. 

"Eg kenni ordiliga, at tað, ið eg gjørdi á pallinum, er akkurát tað, ið eg ynskti at gera. So tað er ein framførsla, ið eg eri ordiliga errin av. 


Framførslan hjá Reiley varð víst fyri túsundtals fólkum í Eurovillage í Liverpool, har hann varð fagnaður  (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Hoyr Reiley greiða frá upplivingini av at gerast fyrsti føroyingur, sum nakrantíð luttók í Eurovision-sangkappingini. 

Reiley_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594