Útlendsk ítróttafólk skulu fáa í minsta lagi 13.000 kr. um mánaðin

Útlendsk ítróttafólk skulu fáa í minsta lagi 13.000 kr. um mánaðin
Upphæddirnar í avtaluni, sum Integratiónsmálaráðið í Danmark og Innlendismálaráðið gjørdu í 2010, skulu dagsførast hvønn 1.mai
Mikkel Dahl er av útlendsku leikarunum í HB.
 
09.05.2023 - 09:31

Útlendingar, sum hava ítrótt sum sítt høvuðsarbeiði í Føroyum, skulu nú fáa minst 13.088 kr. í løn um mánaðin. 

Mest loyvda inntøka fyri hjávinnustarv er 12.081 kr.

Hetta eru góðar 400 krónur meira enn í farna ári.

Upphæddirnar í avtaluni, sum Integratiónsmálaráðið í Danmark og Innlendismálaráðið gjørdu í 2010, skulu dagsførast hvønn 1.mai.

Tær fylgja lønargongdini í sáttmálanum hjá Føroya arbeiðarafelag.

Tímalønin er 145 kr. 

Tølini eru galdandi fyri allar setanarsáttmálar, sum eru undirskrivaðir eftir at kunningin var  fráboðað á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.

Tað var 2.mai.

Fyri longu givin ítróttarloyvi, eru tær upphæddir framvegis galdandi, sum givna loyvið var grundað á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV