Spyr um klædnareglur í Vestmanna skúla

Spyr um klædnareglur í Vestmanna skúla
Liljan Weihe, løgtingskvinna, vil hava at vita frá landsstýrismanninum, um tað samsvarar við fólkaskúlalógina, at einstakir skúlastjórar gera slíkar reglur í fólkaskúlanum
Leiðslan á skúlanum í Vestmanna hevur sett klædnareglur í gildi.
 
08.05.2023 - 10:05

Tekur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum undir við metingini hjá skúlastjóranum í Vestmanna skúla, um at gentur í nalvablusu órógva arbeiðsumhvørvið á skúlunum kring landið?

Tað vil Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vita, og hevur sett landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum grein 52 spurning um klædnareglur í fólkaskúlanum. 

Hon spyr millum annað, um landsstýrismaðurin metir, at tað eru gentur og kvinnur, sum sjálvar hava ábyrgdina av, hvussu onnur reagera uppá teirra kropp ella klæði? Og um tað er í samsvari við fólkaskúlalógina, at einstakir skúlastjórar - og ikki skúlastýrini - gera slíkar reglur á fólkaskúlum kring landið?

 

Liljan Weihe, løgtingskvinna, spyr landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum um klædnareglur í Vestmanna skúla. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Stuttur niðurdeilur og niðurringað blusa

Um so er, at slíkar reglur verða settar í verk, hvør skal so gera av, hvussu stuttur ein niðurdeilur kann vera, ella hvussu niðurringað ein blusa kann vera? Og um skúlin hevur heimild til at seta tiltøk í verk, um slíkar reglur ikki verða hildnar?

Orsøkin til spurningin er, at nýggjar klædnareglur eru settar í gildi í Vestmanna skúla, sum millum annað hava við sær, at gentur ikki kunnu koma í skúla í nalvablusu.

Tá kjak um slíkar klædnareglur var í Danmark fyri nøkrum árum síðani, greiddi ein granskari í kyni, útbúgving og arbeiðsmarknaði frá, hvussu slíkar reglur kunnu vera oyðileggjandi fyri genturnar, sum tað gongur út yvir.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Skal svara um 10 yrkadagar

Tær fara at kenna seg skeivar og átaka sær skuldina og skommina av, at “onnur” ikki fáa arbeiðsfrið fyri teimum skrivar løgtingskvinnan í grundgevingunnum fyri spurninginum.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrsismaður, skal svara í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir dagfestingina av spurninginum, sum er 4. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238