Fríyrkis-flogskiparar verða nú eisini settir í fast starv

Fríyrkis-flogskiparar verða nú eisini settir í fast starv
Arbeiðið at skipa hesar flogskipararnar í fast størv við niðursettum brøki byrjar nú, og tað skal verða liðugt 1. november
Hans Christian Petersen er formaður í Flogskiparafelagnum. (Mynd av Facebook-vanga)
 
01.05.2023 - 18:00

Flogskiparar, sum higartil hava arbeitt sum fríyrkisfólk, fáa nú eina fasta starvssetan hjá Atlantsflog.

- Og tað er eitt stórt framstig, sigur Hans Christian Petersen, formaður í Flogskiparafelagnum, sum í dag skrivaði undir nýggjan tvey ára sáttmála.

Arbeiðið at skipa fríyrkis-flogskipararnar í fast størv við niðursettum brøki byrjar nú, og tað skal verða liðugt 1. november. Tað vil gera teirra umstøður munandi betri, heldur Hans Christian Petersen.

Í nýggja sáttmálanum millum Arbeiðsgevarafelagið og Flogskiparafelagið er eisini ásett, at í mesta lagi 35% av samlaða talinum av flogfólki hjá Atlantsflog kunnu arbeiða eftir "serligum ásetingum fyri flogfólk í niðursettari tíð."

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01052023_Hans_Chr__Pteresen

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV