HB-venjarin sagt upp

HB-venjarin sagt upp
Venjarin hjá HB, Dalibor Savic, hevur sagt upp. Jákup Martin Joensen, sum fyri kortum fór úr starvinum, verður høvuðsvenjari restina av kappingarárinum
Dalibor Savic, sum kom til HB í fjør, hevur sagt upp sum høvuðsvenjari
 
27.04.2023 - 16:35

Dalibor Savic er ikki longur venjari hjá HB.

Hann hevur sagt upp og fer heim aftur til familjuna í Svøríki, skrivar HB.fo.

Jákup Martin Joensen, sum fyri kortum fór úr starvinum sum hjálparvenjari í felagnum, verður nú høvuðsvenjari restina av kappingarárinum. 

  - Í honum meta vit, at vit hava ein skikkaðan venjara, sum kann føra arbeiðið hjá Dali víðari, og samstundis kann vera við til at røkka tey mál, sum vit sum felag hava sett okkum, skrivar heimasíðna hjá HB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV