Pumpuskipanin verður boðin út í heyst

Pumpuskipanin verður boðin út í heyst
Støðin, sum við vindorku skal pumpa vatn niðan aftur í byrgingarnar oman fyri Vestmanna, verður mett at kosta 1,3 milliardir krónur
Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, heldur røðu fyri aðalfundinum hjá SEV fyrrapartin.
Mynd: Kári Mikkelsen  
 
21.04.2023 - 12:58

Arbeiðið við pumpuskipanini í Vestmanna er nú komið so væl áleiðis, at verkætlanin verður boðin út í heyst. 

Tað sigur formaðurin í nevndini hjá SEV, Kári Johansen, í sambandi við, at orkufelagið hevur havt aðalfund í dag. 

Íløgan í pumpustøðina, sum við vindorku skal pumpa vatn niðan aftur í byrgingarnar oman fyri Vestmanna, verður mett at kosta 1,3 milliardir krónur. 

Stýrisformaðurin sigur soleiðis um, hvussu langt er komið við stóru verkætlanini í Vestmanna, og hvussu stendur til við rakstrinum hjá SEV:

 

21042023_Pumpuskipan

 

Kári Johansen. nevndarformaður, og Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. (Mynd: Kári Mikkelsen)

 

Í ársfrágreiðingini hjá nevndini í SEV stendur, at ongantíð fyrr er so nógv varandi elorka framleidd í Føroyum, og fyri fyrstu ferð í fleiri ár minkaði elframleiðslan úr olju. 

Í 2022 høvdu 840 húsarhald gjørt av at fáa sær grønan málara, tí tey hava skift til hitapumpu ella heimløðistøð. 

1. januar í ár vóru 1106 elbilar í Føroyum og 12 almennar skjótløðistøðir.

Seinastu fimm árini hevur SEV gjørt íløgur fyri í miðal 314 milliónir krónur, og íløguætlanin í ár er 345 milliónir krónur.

 

Pumpuskipan Vestmanna

Frítekst tagging: 

Pumpuskipanin hjá SEV verður mett at kosta 1,3 milliardir kr. (Mynd: SEV)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155