- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Ukrainsk flóttafólk og trygd á fiskiskipum
Fleiri av flóttafólkunum, sum komu til Føroya úr Ukraina, eru byrjað uppá nýggjan gerandisdag við arbeiði og øllum tí, ið tað hevur við sær. Men duga fyritøkur at taka móti arbeiðsmegi, sum kemur úr krígsherjaðum økjum?
Tosað verður við fyritøku, sum hevur ukrainar í starvi, og við Útlendingastovuna.
Tvær nýggjar kanningar vísa á manglar í trygdarviðurskiftum umborð á fiskiskipum. Hvussu er trygdin hjá okkara sjófólki, og hvør hevur ábyrgdina fyri at betra um hana?
Orðaskifti verður millum Hans Johannes á Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum, Annfinn Garðalíð, formann í Skipara- og navigatørfelagnum, Stefan í Skorini, stjóra í Reiðarafelagnum, og Jan Højgaard, formann í Fiskimannafelagnum.