Hava fingið semingsuppskot

Hava fingið semingsuppskot
Samráðingarnar millum flogskiparar og arbeiðsgevarafelagið, sum Atlantic Airways er í, slitnaðu fyri páskir, og Semingsstovnurin var boðsendur
Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur latið flogskiparunum og arbeiðsgevarunum semingsuppskot.
 
21.04.2023 - 08:03

Semingsstovnurin handaði í gjárkvøldið Flogskiparafelagnum og Føroya arbeiðsgevarafelag eitt semingsuppskot, upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður, fyri VP.fo.

Hildið var annars, at tað fóru at ganga nakrir dagar, áðrenn Semingsstovnurin fór at taka saman um í sáttmálatrætuni millum Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag.

Samráðingarnar millum flogskiparar og arbeiðsgevarafelagið, sum Atlantic Airways er í, slitnaðu fyri páskir, og Semingsstovnurin var boðsendur.

Semingsroyndin byrjaði týsmorgunin í síðstu viku.

Sáttmálin hjá flogskiparunum, sum var, kom í 2019. Hann vardi til 1.apríl í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109