- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri verða fongslað, men fongsulsdagarnir eru fleiri
Færri eru fongslað seinastu árini, men kortini eru fongsulsdagarnir ikki minkaðir samsvarandi.
Í 2016 vóru stívliga 3.000 fongsulsdagar, men í fjør var talið komið upp á 4.600 dagar, vísa tøl hjá Hagstovni.
Fýra tey fyrstu árini eftir aldarskiftið vaks talið av fongslaðum og varðhaldsfongslaðum úr 100 upp í umleið 150 um árið, men síðani er talið minkað støðugt. Í fjør var tað 57.
Fleiri brot á rúsevnislógina
Fleiri fráboðanir eru um brot á rúsevnislógina.
Fyri 22 árum síðani var boðað frá 55 brotum á rúsevnislógina. Síðani tá er talið vaksið munandi, serliga síðani 2012. Tey síðstu fýra árini hava fráboðanirnar um brot á rúsevnislógina verið millum 120 og 130 um árið.
24 brot á arbeiðsverndarlógina í fjør
Tá tað snýr seg um brot á arbeiðsverndarlógina, vísa fráboðanirnar eina misjavna gongd.
36 fráboðanir vóru bæði í 2001 og 2002, men tær fóru niður um 10 í miðal árini 2004-2012. Síðani hava aftur verið fleiri fráboðanir, og í fjør vóru 24.
Færri brot á vápnalógina
Brotini á vápnalógina minkaðu niður í eitt í 2010, men seinnu árini eru tey vaksin sera nógv, heilt upp í 47 í 2021, men í fjør vóru tey 22.