- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koyrikort og samleikakort eru nú talgild
Appin Skjáttan, sum millum annað hýsir talgildum koyrikorti, er nú alment tikin í nýtslu.
Skjáttan er eitt nýbrot í føroyskar talgilding, siga tey á Talgildu Føroyum. Til dømis kunnu flestu prógv og loyvi frá almennum myndugleikum, stovnum og kommunum gerast partur av appini.
Appin er ment í samstarvi við Strandferðsluna, Stiftsstjórnina, Akstovuna og 10 kommunur.
Í løtuni eru koyrikort og samleikakort á appini, men menningarmøguleikarnir eru nógvir.
Durita Hansen, samskiftisfólk áTalgildu Føroyum, var í morgunsendingini í morgun:
Talgilda koyrikortið kann bert brúkast í Føroyum og ikki uttanlands.
Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar, tá Skjáttan var tikin í nýtslu.