- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kannar festi í Oyndarfirði
Kannar festi í Oyndarfirði
Landsdjóralæknin kannar í løtuni tveir seyðir, sum lógu deyðir í haganum nær bøgarðarnar á einum festi í Oyndarfirði.
18.04.2023 - 20:00
Fýra ferðir hevur landsdjóralæknin fingið fráboðan um eitt festi í Oyndarfirði. Ein fráboðan var í 2020, tá varð festarin settur undir serligt eftirlit.
Síðani var ein fráboðan í august í 2021 og aftur í mars og apríl í ár um deyðsseyð.
Fráboðanin frá august í 2021 gav ikki ábendingar um vanrøkt og tað gjørdi tann frá mars í ár heldur ikki, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.
Hon kannar í løtuni seinastu fráboðanina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV