- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herða tiltøkini móti Russlandi
USA setur tiltøk í verk móti 120 feløgum og fólkum, sum skulu hava hjálpt Russlandi at snúgva sær undan revsitiltøkum hjá Vesturheiminum.
Millum feløgini eru fýra turkisk, - millum annað ein tøknifyritøka og ein vøruflytari, sum hava veitt Russlandi tøkni, sum eisini kann brúkast í hernaðarligt.
Tøknifyritøkan Azu sigst hava útflutt staklutir fyri í minsta lagi 130 milliónir krónur til Russland í fjør - eitt nú teldukipp frá amerikonskum framleiðarum.
USA og sameind lond hava, síðani innrásina í Ukraina í februar í fjør, sett í verk umfatandi tiltøk móti Russlandi, men Moskva hevur yvirhøvur megnað at fingið tað, sum landið hevur brúk fyri, gjøgnum onnur lond, - eitt nú Turkaland og Sameindu Arabisku Emiratini.