Alsamt fleiri smittur frá djóri til menniskju

Alsamt fleiri smittur frá djóri til menniskju
Alsamt fleiri smittur verða fluttar frá djóri til menniskju, og nú verður óttast fyri nýggjum farsóttum.
At síggja fólk í munnbindi var gerandiskostur, tá koronafarsóttin herjaði.
 
13.04.2023 - 09:48

Fleiri og fleiri smittur verða fluttar frá djórum til menniskju. So mikið nógv, at ótti er um nýggja farsótt.

Sjúkurnar eru millum annað covid-19, apupokur, mers, ebola, fuglakrím, zika og hiv.

Sjúkurnar verðar fluttar annaðhvørt við beinleiðis sambandi millum eitt djór og eitt menniskja, óbeinleiðis gjøgnum mat ella gjøgnum ein vektor sum flogkykt, eiturkopp og mottu.

Talan kann vera um bakteriu, virus, orm ella sopp.

Heimsheilsustovnurin fyri djóraheilsu sigur, at umleið 60 % av smittusjúkunum hjá fólki eru frá hesum.

Summar sjúkur, - eitt nú covid-19, verða í høvuðsheitinum til trupulleika hjá fólkaheilsuni, - og ikki ein trupulleiki fyri djóraheilsuna.

Hetta er ikki nýtt við slíkum smittum, men seinastu 20-30 árini eru tær vorðnar nógv fleiri.

Nógvar orsøkir eru til tað. Eitt nú tann, at vit eru farin at ferðast nógv meira um landamørk, sum hevur við sær, at sjúkur ferðast skjótari.

- Við ongum fyribyrgjandi ætlanum fáa vit oftari farsóttir, sum spjaða seg skjótari, drepa fleiri fólk og ávirka alheims búskapin við fleiri oyðileggjandi ávirkanum enn nakrantíð fyrr, ávaraði ST-serfrøðingabólkurin fyri lívfrøðiligt margfeldi í oktober 2020.

Sambært metingum, sum eru almannakungjørdar í tíðarritinum Science í 2018, eru nú 1,7 milliónir ókend virus í súgdjórum og fugli. 

Og millum 540.000 og 850.000 av teimum kunnu smitta fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109