Eingin bjóðaði nevndarlimunum av

Eingin bjóðaði nevndarlimunum av
Nevndin í Lærarafelagnum heldur fram eftir aðalfundin 29.apríl, skrivar Skúlablaðið
Nevndin í Lærarafelagnum heldur fram óbroytt. (Mynd: Skúlablaðið.)
 
09.04.2023 - 08:59

Nevndin í Lærarafelagnum heldur fram eftir aðalfundin 29.apríl, skrivar Skúlablaðið.

Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð, og Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum, standa fyri vali tá. 

Bæði bjóða seg fram. Men tað ger eingin annar, so tey eru afturvald. Freistin at stilla upp er farin, skrivar Skúlablaðið. 

Jona Højsted hevur verið kassameistari farnu tvey árini. Hon hevur verið í nevndini hjá Lærararafelagnum í seks ár. 

Bergur Samuelsen kom í nevndina í 2021.

Hinir í nevndini eru Jacob Eli S. Olsen, formaður, Tórhallur við Gil, næstformaður, og Eyðbjartur S.Skaalum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV