Nakrir tunlar lidnir næsta ár

Nakrir tunlar lidnir næsta ár
Bæði Fámjinstunnilin og tunlarnir Norður um Fjall verða væntandi lidnir næsta ár
Borað verður bæði norðanfyri og sunnanfyri.
 
07.04.2023 - 10:14

Bæði Fámjinstunnilin og tunlarnir Norður um Fjall verða væntandi lidnir næsta ár.

Arbeiðið gongur skjótt og væl og Fámjistunnilin verður væntandi liðugur á sumri í 2024. 

Byrjað varð uppá arbeiðið í 2022.

Tað gongur somuleiðis væl at gera tunlarnar Norður um Fjall - og teir verða eisini lidnir í 2024 verður mett í játtanarkørmunum, sum Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum legði fram í síðstu viku. 

Nøkur ár eftir hjá dalstunlinum

Sambært verklagslógini kosta Tunlarnir Norð um Fjall 522 mió. 

Fámjinstunnilin verður mettur at kosta 207 milliónir krónur. 

Arbeitt verður eisini við at gera tunnil til Dals. 

Byrjað varð upp á verkætlanina á vári í 2019. 

Tað arbeiðið verður mett at taka 6-7 ár, alt eftir hvussu stór játtan verður veitt til verkætlanina árliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV