- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsbyrðan ov stór til barnavitjanir
Arbeiðsbyrðan hjá sosialráðgevum í Føroyum er ov stór.
Tí klára sosialráðgevar ikki at halda skylduna um at vitja børn, sum eru sett heiman, tvær ferðir um árið, sum reglurnar áseta.
Tað sigur forkvinnan í Sosialráðgevarafelag Føroya, Borgný Mohr, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður hevur funnist at, at henda skyldan ikki verður hildin.
Hoyr samrøðu við Borgný Mohr í útvarpstíðindunum:
Leiðarin á Barnaverndarstovu Føroya, Oddbjørg Balle, heldur, at atfinningarnar frá Løgtingsins Umboðsmanni um vantandi eftirlitsvitjanir og regluligar samrøður við børn, sum eru sett heiman, eiga at verða tiknar í størsta álvara.
Hoyr samrøðu við Oddbjørg Balle í útvarpstíðindunum: