Álopið í Fields var lagt til rættis frammanundan

Álopið í Fields var lagt til rættis frammanundan
23 ára gamli maðurin er m.a. ákærdur fyri manndráp og fleiri drápsroyndir
Sambært ákæruritinum legði gerningsmaðurin álopini í Fields væl rættis frammanundan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.04.2023 - 12:20

Alt var lagt til rættis frammaundan, tá ein ungur vápnaður maður 3. juli í fjør fór inn í donsku handilsmiðstøðina Fields á Amager, har hann læt fleiri skot av eftiri fólki, sum vóru í handilsmiðstøðini. 

Tað stendur í ákæruritinum, sum DR hevur fingið innlit í.

Sambært ákæruritinum, er nú 23 ára gamli maðurin m.a. ákærdur fyri trý manndráp og fyri fleiri drápsroyndir.

Ákæruvaldið nevnir, at maðurin kann dømast annan dóm enn fongsul, um hann verður dømdur sekur.

Á rættarfundi í sambandi við málið, játtaði maðurin hendingarnar, men hann noktar seg sekan og vísir á, at hann var sinnissjúkur ta løtuna.

 

Fólk, sum sluppu úr handilsmiðstøðini á Amager, vóru skelkað. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Kom í Fields seinnapartin

Sambært ákæruritinum, kom maðurin vápnaður til Fields kl. 17.33.

Sambært løgregluni, fór hann í biografin og skeyt tvey fólk til deyðis, og eitt triðja fekk skaða.

Síðani fór hann inn í handilsøkið, har hann miðaði við skotvápninum eftir fólki. Har drap hann eitt fólk. 

Sambært ákæruritinum, læt hann eisini skot av á parkeringsplássinum við handilsmiðstøðina stutt fyri, at hann kl. 17.48 var handtikin, eitt korter eftir at hann kom inn í handilsmiðstøðina.

Á rættarfundi kom undan kavi, at løgreglan hevur funnið ymiskt tilfar heima hjá manninum. 

 

Væl mannað løgreglulið inni í Fields. Gerningsmaðurin var handtikin eitt korter eftir, at hann var farin í handilsmiðstøðina. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Sikta eftir kroppinum

Millum annað hevði 23 ára gamli maðurin skrivað, at um hann skuldi fremja sínar ætlanir í verki, skuldi hann sikta eftir kroppinum (torso) og høvdinum.

Hann hevur eisini skrivað, at tað skuldu gerast sonevndar "kill-zones".

Ákærdi maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani grundlógaravhoyringina 4. juli. Hann hevur tó ikki sitið í fongsli, men í surrogati á afturlatnari psykiatriskari deild, skrivar DR, sum hevur fingið innlit í málið.

 

Fór á skaðastovu

Sambært TV2, vendi maðurin sær til eina psykiatriska skaðastovu hálvt ár undan álopinum.

Har varð hann vístur til eina deild við serligum tilboði til ung við byrjandi psykosu og skizofreni. Men har var maðurin vendur í hurðini.

Rættarmálið byrjar eftir ætlan 12. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV