Hátíðarhalda Jóanes Nielsen á 70 ára degnum

Hátíðarhalda Jóanes Nielsen á 70 ára degnum
Føðingardagshald verður í Løkshøll í kvøld
Jóanes Nielsen, rithøvundur, verður 70 ár í dag.
 
05.04.2023 - 08:40

Í kvøld verður føðingardagshald í Løkshøll, tí skaldið Jóanes Nielsen fyllir 70 í dag.

Og í ár eru 45 ár síðani, Jóanes gav út sítt fyrsta yrkingasavn, Trettandi mánaðin. 

Rithøvundafelagið og Tjóðpallurin heilsa skaldinum við yrkingaupplestri og einarøðum úr leikverkum. 

Harumframt vera filmsbrot og tónleikaframførslur. Kári Sverrisson, Dania O. Tausen og Sámal Ravnsfjall framføra.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, og dekanur og lektari í bókmentum, Bergur D. Hansen fara at bera Jóanesi eina føðingardagskvøðu. 

Føðingardagshaldið er alment og ókeypis, men krevur tilmelding á loksholl.fo, sigur Løkshøll vegna fyriskipararnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV