- Tíðindi, mentan og ítróttur
Steypavinnarin ímóti HB í Løgmanssteypinum
Víkingur byrjar sína steypaverju á heimavølli ímóti HB, meðan tapandi finalisturin í fjør, KÍ, skal á vitjan hjá B36 í fyrsta umfari.
Tað er greitt eftir lutakastið, sum var á Rás 1 hjá Televarpinum fyri løtu síðani.
Tvær aðrar Betri-deildaruppgerðir eru í 1. umfari. ÍF tekur ímóti 07 Vestur í Fløtugerði, og B68 skal á vitjan hjá TB við Stórá.
Størsti favoritturin man vera NSÍ, sum tekur ímóti MB við Løkin. Dystirnir í 1. umfar verða spæl
Kappingin um Løgmanssteypið, 1. umfar
Víkingur - HB
FC Hoyvík - EB/Streymur
ÍF - 07 Vestur
AB - FC Suðuroy
B36 - KÍ
Skála - B71
TB - B68
NSÍ - MB
Finalistarnir hittast helst í fjórðingsfinaluni
Í steypakappingini við kvinnum hittast finalistarnir frá í fjør helst í fjórðingsfinalunum.
KÍ endaði í undanumfarinum, har tær fáa ÍF á vitjan. Vinnur greipuvinnarin tann dystin, bíðar HB í Gundadali.
NSÍ tekur ímóti vinnaranum av dystinum ímillum FC Hoyvík og 07 Vestur í Hoyvík, Víkingur fær TB/FCS/Royn á vitjan og EBS/Skála tekur ímóti B36.
Steypakappingin hjá kvinnum, 1. umfar
Undanumfar
FC Hoyvík – 07 Vestur
KÍ - ÍF
Fjórðingsfinalur
HB – KÍ/ÍF
EBS/Skála – B36
FC Hoyvík/07 Vestur – NSÍ
Víkingur – TB/FCS/Royn