KÍ og ÍF vunnu á heimavølli

KÍ og ÍF vunnu á heimavølli
KÍ hevði nógvar kjansir, men kundi mist á stokkinum ímóti EB/Streymi, meðan ÍF vann við tveimum málum á AB í Fuglafirði
Árni Frederiksberg tryggjaði KÍ øll stigini við Djúpumýrar í dag
 
02.04.2023 - 16:56

Við einasta málinum í dystinum tryggjaði Árni Fredriksberg KÍ sigurin á EB/Streymi við Djúpumýrar í dag. 

Eitt gott korter var farið, tá Luc Kassi fann farliga álopsspælaran, sum gav meistaraliðnum eina uppiborna leiðslu. Heimaliðið hevði fleiri kjansir, men tað gekk illa at taka av, og tað kundi endað galið, tá Filip Djordjevic lá framvið í yvirtíðini.

KÍ hevur seks stig eftir tvey umfør og liggur fremst í Betri-deildini.


ÍF ætlar at spæla við

Flest øll hava spátt ÍF eitt hart kappingarár, men fuglfirðingarnir góvu eina týðiliga ábending um, at teir ætla sær at spæla við í ár.

Hans Jákup Lervig skoraði bæði málini - eitt í hvørjum hálvleiki - í 2-0 sigrinum á AB.


Kundi fari báðar vegir á Dungasandi

B68 fekk eina dreymabyrjan á Dungasandi, tá Ragnar Samuelsen skoraði í 1. minutti. Sami maður hevði kjansir at økja um leiðsluna, men sum seinni hálvleikur leið, nærkaðist 07 Vestur alt meir einum útjavnandi máli. 

Tað fekk heimliðið, tá níggju minuttir vóru eftir at spæla, tá miðverjin, Daniel Obbekjær setti bóltin í neti úr stuttari frástøðu.

Síðstu løtuna gekk tað skjótt hvønn vegin, og bæði liðini kundu havt skorað sigursmálið, men tað endaði við javnleikinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV