- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrari livikostnaður og hægri renta ávirka sethúsasølu
Dýrari livikostnaður og hægri renta ávirka sethúsasølu
Bara 271 sethús vóru seld í fjør
31.03.2023 - 14:34
Dýrari livikostnaður og hægri renta hava við sær, at færri sethús verða seld nú.
Í fjør vóru 271 sethús seld, og tað er tað minsta seinastu 10 árini, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Minsta sølan í hesi øldini var í 2009, tá 153 sethús vóru seld, og metárið var 2015, tá 398 sethús vóru seld.
Hoyr stjóran í Betri Heimi, Káru á Dunga, og stjóran í Skyn, Petur Mohr Niclasen, í útvarpstíðindunum:
31032023_Husasolur
Miðalprísurin fyri sethús er nógv hægstur í høvuðsstaðnum . Í fjør var miðalprísurin fyri eini sethús í Havn 3,9 mió. kr.
Í stórum bygdum og býum var miðalprísurin við 2,2 mió. kr. og 1,8 mió. kr. í smábygdum, vísa tølini hjá Hagstovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV