- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minsta sethúsasølan í tíggju ár
271 sethús vóru seld í fjør.
Tað er tað minsta síðstu tíggju árini, skrivar Hagstovan.
99 hús í lítlum bygdum, 90 í stórum bygdum og býum og 82 sethús í Havn, Hoyvík og á Argjum vóru seld í fjør.
Minsta talið í hesi øldini var í 2009, tá 153 sethús vóru seld. Metárið var 2015, tá 398 sethús vóru seld.
Miðalprísurin 3,9 mió. kr.
Miðalprísurin fyri eini sethús var nógv størstur í Havn í fjør. Í Havn var miðalprísurin fyri eini sethús 3,9 mió. kr.
Miðalprísurin í stórum bygdum og býum var 2,2 mió. kr., og hann var 1,8 mió. kr. í smáum bygdum.
Sethúsaprísirnir eru hækkaðir meira uttan fyri høvuðsstaðin enn í høvuðsstaðnum.
Yvirlitið hjá Hagstovuni umfatar ikki íbúðir.