- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Lønarlyft til fimm lønarbólkar og størri veiðitrýst
Fimm lønarbólkar kunnu 1. januar gleða seg til at fáa meiri í løn.
Ikki tí, at teirra fakfelag hevur fingið eina góða avtalu, men tí nýggja samgongan nú er klár við einum lønarlyfti til lægst løntu bólkarnar á umsorgarøkinum.
Men hvørjir eru lønarbólkarnir, hvussu er upphæddin staðfest, og hvat merkir hetta fyri aðrar samráðingar?
Tað spyrja vit landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum.
Veiðitrýstið veksur
Hvussu ber tað til at tú kann býta ein lítlan partrolara út við eitt nógv størri uppsjóvarskip og framvegis fáa tal av fiskidøgum?
Lógin um sjófeingi sigur at veiðitrýstið má ikki økjast, tá reiðaríni skifta flotan út, men veruleikin er ein annar.
Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.