- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist um leigan verður bíligari
Óvist um leigan verður bíligari
Bústaðir og LÍV eru farin undir byggiverkætlan saman
Mynd: Rts.fo
29.03.2023 - 13:30
Hóast Bústaðir hevur gjørt samstarv við Tryggingarfelagið LÍV og stovnað partafelagið Heimasta Horn 2, so kunnu Bústaðir ikki lova, at íbúðarleigan í nýggju verkætlanini verður bíligari, enn leigan á marknaðinum er beint nú.
Tað er fyrstu ferð, at Bústaðir og LÍV fara undir eina byggiverkætlan saman.
Andras Róin, stjóri í Bústøðum, og Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, tá skrivað var undir avtaluna um Heimasta Horn 2.
Tær 22 íbúðirnar á Heimasta Horni verða eftir ætlan lidnar seint í summar.
Hoyr samrøðu við Andras Róin, stjóra í Bústøðum:
29032023_Liv_og_Bustadir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV