Peningastovnarnir søguliga væl fyri

Peningastovnarnir søguliga væl fyri
Landsbankastjórin stúrir ikki fyri, at føroysku peningastovnarnir komu í somu støðu sum fleiri útlendskir bankar
Malan Johansen er stjóri í Landsbankanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.03.2023 - 12:53

Føroysku peningastovnarnir eru væl fyri. 

Tað segði Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, tá hon í morgun var gestur í Breddanum.

Evnið var støðan í bankaheiminum, nú fleiri bankar í útheiminum eru endaðir í fíggjarligum trupulleikum. 

 

USB keypti sveisiska stórbankan, Credit Suisse, sum var um at fara av knóranum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Silicon Valley Bank í USA er farin av knóranum, sveisiski stórbankin, Credit Suisse var uppkeyptur av einum øðrum banka, USB, og partabrøvini hjá Deutshe Bank fullu brádliga í farnu viku. 

Men sambært landsbankastjóranum eru føroysku peningastovnarnir søguliga væl fyri. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

29032023_Malan_um_bankar

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Nýggjastu sendingar í SV