- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Ridlandi bankar og semjuskjal um børn
Eitt krím tykist breiða seg millum bankar.
Tí tað eru ikki bara bankar, sum eru langt burturi frá okkara leiðum, ið hava ridlað seinastu tíðina.
Evropeisku stórbankarnir, Credit Suisse og Deutsche Bank, eru eisini ávirkaðir. Hvat er tað hendir millum bankar, og er ein nýggj bankakreppa á veg?
Malan Johansen, landsbankastjóri, greinar støðuna fyri okkum í útvarpsstovuni.
Semjuskjal
Øll børn í Føroyum skulu hava tað gott, og Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.
Tað eru landsstýrið og kommunurnar samd um, og í gjár var skrivað undir eitt semjuskal um hetta.
Men hvat merkir hetta ítøkiliga, og hvat eru ætlanirnar?
Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelangum vera í útvarpsstovuni.
Breddin í útvarpinum og á kvf. fo klokkan 10.