Nýggjur skúlastjóri á Skúlanum við Streymin

Nýggjur skúlastjóri á Skúlanum við Streymin
Marjun I. Stauss tekur við starvinum 1. apríl
Marjun I. Stauss er nýggjur stjóri á Skúlanum við Streymin.
 
28.03.2023 - 15:27

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Marjuna I. Stauss í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum við Streymin frá 1. apríl  at rokna.

Marjun I. Stauss er 37 ára gomul

Hon tók læraraprógv í 2013, og hevur m.a. verið lærari í Skúlanum við Streymin síðan 2016. 

Marjun I. Stauss hevur leiðsluroyndir frá privatu vinnuni og innan felagsskapir.

Hon hevur gjørt sær hugsanir um visjón fyri skúlan, umframt stutt- og langtíðarætlan um virksemið í Skúlanum við Streymin viðvíkjandi dagliga arbeiðinum og skipanini, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Nýggjastu sendingar í SV