60 vilja vera við í lutakasti um fýra grundstykki

60 vilja vera við í lutakasti um fýra grundstykki
Talan er um grundstykki, sum eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu
Við Klingurstjørn á Argjum. Nú verður lutakast um fýra grundstykki, sum eru latin innaftur. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.03.2023 - 14:50

Okkurt um 60 fólk hava søkt um at vera við í lutakastinum um fýra grundstykki við Klingurstjørn á Argjum.

Hetta eru stykki, sum eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu.

Talan er um eitt grundstykki í útstykkingini Klingurstjørn 1. Hini trý eru í útstykkingini Klingurstjørn 2. 

 

Kanna umsóknirnar

Umsóknirnar verða nú kannaðar. Tær skulu lúka treytirnar fyri at vera við í lutakastinum.

Har til dømis bæði maður og kona hava søkt, er ikki talan um tvær umsóknir, men bara um eina.

Og fólk, sum longu eiga bústað, sleppa ikki við.

Tveir advokatar vera hjástaddir, tá telda kastar lut millum teirra, sum eftir eru í lutakastinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Nýggjastu sendingar í SV