Á Breddanum: Støðan í Ísrael og heimastýrislógin 75 ár

Á Breddanum: Støðan í Ísrael og heimastýrislógin 75 ár
Tvey evni eru á Breddanum í dag
Nógvar mótmælisgongur hava verið í Ísrael seinastu dagarnar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.03.2023 - 09:40

Eftir fleiri rokmiklar dagar í Ísrael avgjørdi forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í gjárkvøldið at útseta umstríddu broytingarnar í rættarskipanini, sum bera í sær, at politiska valdið fær meira beinleiðis ávirkan á dómsvaldið.

Hví er Ísrael endað í hesi støðuni, og er ófriðurin nú av, eftir at Netanyahu í gjárkvøldið boðaði frá, at hann steðgar á við ætlaðu broytingunum?

Vit frætta úr Ísrael.

Fríggjadagin fyllir heimastýrislógin 75 ár.

Ein lóg, sum kom eftir fólkaatkvøðuna um loysing. Men hví kom hon, hvør vildi hava hana, og hvussu hevur hon hilnast.  Millum annað tað spyrja vit við Hans Andrias Sølvará, professara í søgu.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Nýggjastu sendingar í SV