Framherji fær vinningsbýti í Tjaldri

Framherji fær vinningsbýti í Tjaldri
Framherji hevur keypt partabrøvini hjá landinum í Tjaldri fyri góðar 16 milliónir kr.
Framherji í Fuglafirði hevur keypt partabrøvini hjá landinum í Tjaldri fyri góðar 16 mió. kr.
 
28.03.2023 - 09:10

Framherji tryggjaði sær vinningsbýti í Tjaldri, tá Framherji keypti partabrøvini hjá landinum í Tjaldri.

Framherji fær pengarnar, sum landskassin kanska annars hevði fingið.

Tað veldst um, nær vinningsbýtið verður goldið, um nakað er.

Tjaldur hevði aðalfund í februar.

Partabrøvini, sum eru 2,8 prosent, áljóðandi 2,8 av 100 milliónum, eru keypt fyri 16 milliónir og 121.000 kr. 

Í keypssáttmálanum stendur, at Framherji skal hava møguligt vinningsbýti, sum verður goldið frá 1.januar í ár, til yvirtøkudagin 6. mars.

Í fjør var vinningsbýtið hjá Tjaldri fyri roknskaparárið 2021 tilsamans 25 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Nýggjastu sendingar í SV