Fyrrverandi forsætisráðharri vorðin fótbóltsleiðari

Fyrrverandi forsætisráðharri vorðin fótbóltsleiðari
Fredrik Reinfeldt skal nú stjórna svenskum fótbólti
Fredrik Reinfeldt er nýggjur formaður í svenska fótbóltssambandinum
Mynd: Mynd: svenskfotboll.se  
 
25.03.2023 - 13:28

Fredrik Reinfeldt, sum var forsætisráðharri í Svøríki árini frá 2006 til 2014, har hann umboðaði Moderaterna, hevur nú fingið eitt nýtt leiðarastarv.

Hann er nevniliga vorðin formaður í svenska fótbóltssambandinum SvFF.

57 ára gamli Fredrik Reinfeldt er valdur fyri komandi tvey árini. Hann tekur við eftir Karl-Erik Nilsson, sum hevur verið formaður síðan 2012.

Á aðalfundinum fyrr í dag fekk Reinfeldt 143 atkvøður, og Lars-Christer Olsson, sum eisini stillaði upp, fekk 111 atkvøður.

 

 

(Rættleiðing: Í upprunaligu greinini stóð, at tað var sitandi formaðurin Karl-Erik Nilsson, sum fekk 111 atkvøður. Tað var ikki rætt. Reglurnar siga, at formaðurin ikki kann sita longri enn í 12 ár, og tí kundi Karl-Erik Nilsson ikki stilla upp aftur).

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV