
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aron D. Jacobsen úr Havnar Fimleikafelag var best hjá monnum í steypakappingini í amboðsfimleiki, sum var í Bylgjuni um vikuskiftið.
Hann vann sannførandi í beinsveiggi, ringum og paralellari barr. Teitur K. í Hjøllum - eisini úr HF - vann eisini tríggjar kappingar, men á gólvi og í reck var hann einasti luttakarin. Í lopi vann hann tepurt á Torleivi Christiansen úr HF.
Astrið best hjá kvinnum
Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag vann ikki óvæntað mest hjá kvinnunum. Hon vann á gólvinum og á bitanum ímóti Gunnvá Mørkøre (HF) og Sesiliu Biskopstø úr Støkk, sum fór avstað við sigrinum í lopi.
Kia Højgaard úr HF vann allar kappingarnar hjá kvinnuunglingunum, meðan Bjarki Johannesen (HF) var einasti luttakari hjá mansunglingunum.