Nú eru íbúðir og raðhús nógv størsti parturin

Nú eru íbúðir og raðhús nógv størsti parturin
Síðstu átta árini eru bygd 652 sethús og 872 íbúðir og raðhús
Fólkatalið veksur, men bústaðabyggingin til 2020 er dragnað nógv samanborið við fólkavøksturin, sigur Hagstovan. (Savnsmynd)
 
15.03.2023 - 11:10

1.524 bústaðir eru bygdir í Føroyum seinastu átta árini, skrivar Hagstovan.

Samstundis komu 5.609 fólk aftrat í Føroyum.

Í 2009 vóru bygdir 274 bústaðir. Talið fór heilt niður í 71 í 2014. 

Men frá 2017 veksur talið aftur líðandi upp í 331 bústaðir í 2022.

 

Síðstu átta árini eru bygd 652 sethús í Føroyum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Íbúðir og raðhús

Byggihátturin er broyttur. Nú eru íbúðir og raðhús nógv størsti parturin. Síðstu átta árini eru bygd 652 sethús og 872 íbúðir og raðhús.

Av teim 1.524 nýggju bústøðunum eru 988 í Streymoyar sýslu, 65 prosent.

Fólkavøksturin í Streymoyar sýslu svarar til 54 prosent, skrivar Hagstovan .

Bústaðarbyggingin er fram til 2020 dragnað nógv í mun til fólkavøksturin. 

Tað vil siga, at hetta tíðarskeiðið er bústaðartrotið bara økt ár eftir ár.

 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109