- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bæði lógligt og ikki at lýsa við alkoholi í Føroyum
Tað er ólógligt at lýsa við vørum við alkoholi í í Føroyum. Og tó.
Samanborið við tað, sum hendir, so flýtur eitt sindur millum tær báðar lógirnar, ið stýra hesum - marknaðarføringarlógin og rúsdrekkalógin.
Rúsdrekkalógin sigur, at tað er ikki loyvt at lýsa við rúsdrekka í Føroyum. Henda lógin var smíðað, áðrenn loftrúm og fipurkaðalar millum lond tóku yvir stóran part av miðlaheiminum.
Rannvá Sólheim er Brúkaraumboð.
Marknaðarføringarlógin sigur, at tað er ikki loyvt at eggja ungum undir 18 ár at drekka rúsdrekka.
Her er eitt hol, tí fyritøkur, sum framleiða rúsdrekka, kunnu ikki lýsa í føroyskum miðlum og bløðum, men tær kunnu lýsa so galið, tær vilja, á eitt nú Facebook og Instragram.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Tað hendir javnan, at føroyskar fyritøkur lýsa við alkoholi á útlendskum sosialum miðlum.
Seinastu tíðina hevur m.a. verið ein lýsingarherferð hjá einum bryggjaríi og brennaríi, sum fyllir hálvrunt.