FMA 2023: Jóan Jakku Guttesen fekk tónleikaheiðurin

FMA 2023: Jóan Jakku Guttesen fekk tónleikaheiðurin
Jóan Jakku Guttesen var stórliga heiðraður til FMA í kvøld, tá hann fekk ársins tónleikaheiður 2023.
Jóan Jakku Guttesen var tikin á bóli. Hann stóð klárur at framføra til ársins FMA, men áðrenn skuldi hann hava virðislønina fyri ársins tónleikaheiður handaðan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.03.2023 - 20:53

Jóan Jakku Guttesen hevur myndað føroyska tónleikin seinastu mongu árini.

Og í kvøld var hann stórliga fagnaður, tá hann fekk tónleikaheiðurin 2023, tá FMA-heiðurslønirnar vóru handaðar í Norðurlandahúsinum. 

Fólkaogn

Eina ferð í sekstiárunum eru tríggir unglingar úr Sørvági á skúlaferð í Danmark. Á eini kafé stendur ein djúkboks. Brádliga skolar fremmandur ljómur út í salin. Onkur hevur sett sangin “A Hard Days Night” hjá The Beatles á jukeboksina.

Magnfulla byrjanarakkordin í sanginum kennist sum ein veking. Ein magisk løta, hava teir sjálvir sagt. Teir tríggir ungu sørvingarnir hava fingið sín musikalska dóp í einumakkordslagi. Brátt manna teir egið orkestur, og nógv ár seinni fáa vit fyrstu bandútgávurnar og sangirnar frá Tinganesti. Føroyingar geva seg treytaleyst yvir. 

"Upp á tá", "Vágagellan", "Annan sang" "Válandi heim", Síðsti dansur", "Babbar mugu ikki forstýrast" o.s.fr. - o.s.fr. Alt verður til fólkaogn.

"Skeivur sum ein hani"

Maðurin, ið skrivar flestu av sangunum, bæði orð og lag, og eigur eyðkendu sangrøddina í bólkinum, er Jóan Jakku Guttesen. Í hugfloygdu tekstunum eru eisini máliskur, ið vunnið hava hevd. "Skeivur sum ein hani" kann eingin annar enn Jóan Jakku siga. 

Hann fortelur søgur, sum vit kenna okkum aftur í. Gerandislívið verður lýst við svalandi broddi. Vanligi føroyingurin er í miðdeplinum. Antihetjan sæst eisini. Her er innliving og heitur samhugi, gaman í hellir myndin eitt sindur á skák, uttan at gerast til speirekandi táttayrking. Og hann syngur altíð á sínum móðirmáli.

Vágasound

Í stíli er tónleikurin okkurt slag av fólkapoppi, men ljómurin er serstakur. Vágasound, hevur tað verið kallað. Ljóðmyndin kann tykjast berlig, men undir øllum bylgist stórt nærlagni, stílmedvit og veingjað poetiskt flog. 

Tinganest var og er borgin hjá Jóan Jakku. Men hann hevur herjað á so mongum øðrum hermóti við. Sørvings, Hips um haps, Jakkin, Váðaverk - saman við Sámal Ravnsfjall - og Stongum/Guttesen - saman við Magnusi á Stongum.

Jóan Jakku er støðugt virkin og støðugt viðkomandi. Rumbuldós frá 2020 og í seinastuni Bommilom. Sangirnir og søgurnar blíva við at hugtaka okkum. Eisini "Eftir túsund og eina nátt".

Jóan Jakku hevur røtur í beattónleikinum og fólkapoppinum í 60-unum, men kortini líkist hann burturúr. 

Sum tónaskald og yrkjari er hann ektaður. Hóast arvagóðsið úr 60-unum logar uppivið øllum, er einki av tí, ið hann letur frá sær, nakað plagiat.

Mótsett tí sterka listaliga sjálvsaga og integriteti, sum vikið ikki verður ein tumma frá, er Jóan Jakku sum persónur lítillátin og óuppgjørdur sum fáur annar. Og egin.

Hann gongur ikki til frisør, men klippir sær sjálvum. Hann hugsar og lesur og veit nógv, og er ein pubquiz í nánd, so stendur eingin honum kurl.

Ársins tónleikaheiður 2023

Og hóast hann á ungum árum tíðliga í 70-unum gekk millum lesandi føroyskar útisetar í Keypmannahavn, hevur hann í sínum gerandisyrki verið málari - við pensli og blikki.

Men við øðrum pensli hevur hann nú í drúgt áramál málað við beinraknum strokum, rámandi orðum og dárandi løgum og soleiðis hugtikið okkum føroyingar við sínum songum við síni eyðkendu rødd. 

Fyri henda ríka førning verður ársins tónleikaheiður 2023 latin Jóan Jakku Guttesen.

Myndir Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977