FMA 2023: Marius eigur ársins lag

FMA 2023: Marius eigur ársins lag
Lagið "Síggja av nýggjum" hjá Marius Ziska er kosið sum ársins lag til FMA 2023.
Fyri stuttari tíð síðani spældu Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestur fleiri útseldar konsertir í Norðurlandahúsinum. Nú eigur bólkurin ársins lag 2023.
 
11.03.2023 - 21:21

Tað er í kvøld, at føroyski tónleikurin av álvara verður fagnaður.

Til stórsligið tiltak í Norðurlandahúsinum eru fangandi framførslur á skránni, umframt at bestu avrikini í føroyska tónleikaheiminum verða heiðrað. 

 

Ársins lag: "Síggja av nýggjum"

Í februar gav Marius Ziska út lagið "Síggja av nýggjum", sum var fyrsta staklagið av nýggjastu útgávuni sum eitur "Rúm", sum var útgivin í gjár. 

Seinastu mongu árini er bólkurin Marius Ziska vorðin ein av Føroya kendastu bólkum. Herfyri spældi bólkurin eina útselda konsertrøð saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. 

Á sanginum "Síggja av nýggjum" fær Marius Ziska hjálp frá amerikumanninum Rob Moose til strúkara partin, og hann er ikki hvør sum helst.

Rob Moose hevur samstarva við so stór nøvn sum Taylor Swift, Bon Iver, Pheobe Bridgers, Gwen Stefani, The National, Interpol og mong onnur. 

Nú er sangurin "Síggja av nýggjum", sum eisini er blivin nógv spældur á føroysku útvarpsrásunum og hevur 25.000 spælingar, kosin sum ársins lag 2023. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594