Regnið órógvar fyrireikingarnar hjá fótbóltslandsliðnum

Regnið órógvar fyrireikingarnar hjá fótbóltslandsliðnum
Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum skal spæla ímóti Montenegro í annaðkvøld, men nógva regnið ger, at ikki ber til at venja á dystarvøllinum, sum annars er vanligt
24.03.2025 - 20:54

Nógva regnið í Podgorica órógvar fyrireikingarnar hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti.

Vanligt er, at liðini venja á dystarvøllinum dagin fyri sjálvan dystin, men UEFA hevur noktað fyri hesum og sigur, at vøllurin skal sparast til í annaðkvøld, tá Føroyar og Montenegro bresta saman fyri fyrstu ferð.

 - Vit rokna við, at tað fer at vera eitt sindur vátt, og at vøllurin fer at vera eitt sindur bleytur, sigur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein.

 - Tað keðiliga er , at vit ikki sleppa at royna vøllin í kvøld, sum vit vanliga gera. UEFA heldur, at vøllurin skal sparast, so hann er í betri standi til í annaðkvøld, so vit eru spentir at síggja, hvussu standurin er.

Eyðun Klakstein sigur, at hann fer at gera onkustaðni ímillum eina og fýra broytingar í mun til liðið, sum byrjaði inni ímóti Kekkia, men hann vil ikki avdúka, júst hørjar tær broytingarnar vera.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878