Hallur Hansson: Ótrúliga glaðir fyri Eyðun og Atla

Hallur Hansson: Ótrúliga glaðir fyri Eyðun og Atla
Hallur Hansson dylir ikki fyri, at landsliðshópurin er glaður fyri, at Eyðun Klakstein og Atli Gregersen eru settir sum venjarar hjá Føroyum
22.03.2025 - 09:21

 - Hetta hevur verið øgiliga deiligt. Frítt og føroyskt. Tað hevur ikki verið so fløkt.

Tað sigur Hallur Hansson undan fyrsta HM-undankappingardystinum, sum verður ímóti Kekkia í kvøld.

 - Hetta hevur verið ein góður túrur higartil, og vit mugu bara syrgja fyri at gera hann betri.

Júst tað verður eingin einføld uppgáva. Føroyar hava spælt níggju ferðir ímóti Kekkia, sum tilsamans hevur vunnið 23-0.

 - Teir hava ikki verið so penir við okkum tær síðstu nógvu ferðirnar, so har hava vit okkurt at revansjera, og tað er har, fokusið liggur beint nú, sigur Hallur Hansson.

Dysturin ímóti Kekkia verður í kvøld klokkan 19.45. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum byrjar at senda klokkan 19.00.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878