Streetfood í Bacalao

Streetfood í Bacalao
Stendur tað til Súna Christiansen, stigtakara, so skal tað um eitt ár verða møguligt at keypa Streetfood - “gøtumat” á føroyskum - í ovastu hædd í Bacalao
16.12.2024 - 19:25

“Streetfood” – ella “gøtumatur” á føroyskum – kenna vit fyri tað mesta úr útlondum, men Súni Christiansen, stigtakari, ætlar at tað skal vera møguligt at keypa "gøtumat" í ovastu hædd í Bacalao um eitt ár.

Sjálvur hjallurin er 650 fermetrar til støddar, og ætlanin er at hava tíggju ymiskar matbásar við hvør sínum køki, sum skulu kunnað húsast í hjallinum.

Eisini er ætlanin, at har skal vera eitt skeinkistað, ein mentanarpallur og ein uppvaskibásur, tí har skal vanligur borðbúnaður brúkast.

Tó ásannar Súni Christiansen, at nógv skal gerast, áðrenn “gøtumatur” verður at fáa í Bacalao, tí hjallurin hevur staðið tómur síðstu mongu árini.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071