Ólógligur bygdaráðsfundur í Skálavík

Ólógligur bygdaráðsfundur í Skálavík
Hann var ikki lýstur alment og var hildin fyri afturlatnum hurðum, sigur Kommunala eftirlitið
Bygdaráðsfundur var brot á kommunustýrislógina, sigur Kommunala eftirlitið.
 
17.12.2024 - 06:05

Kommunustýrisfundurin í Skálavík 7. oktober í ár var ólógligur.

Tað sigur Kommunala eftirlitið.

Fundurin var ikki lýstur alment.

Og hann var sambært kommunustýrislógini ólógliga hildin fyri afturlatnum hurðum

Niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum er, at fundurin var ikki viðtøkuførur.

Fundurin ásetti millum annað skattaprosent og barnafrádrátt fyri 2025. 

Ein kommunustýrislimur í Skálavík sendi klagu um fundin til Kommunala eftirlitið, tí fundurin ikki var lýstur alment, hvørki á svørtu talvu, í bløðunum ella á facebook.

Kommunala eftirlitið hevur biðið Skálavíkar kommunu um innan tveir mánaðir at upplýsa fyri sær, hvat niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum gevur Skálavíkar kommunu høvi til. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071