Øll taka undir við integratiónslógini

Øll taka undir við integratiónslógini
Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, um integratiónslóg
Nógvir útlendingar arbeiða í Føroyum, millum annað á Bakkafrosti.
 
16.12.2024 - 07:08

Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, um integratiónslóg.

Nevndin er samd um, at talan er um eitt gott og neyðugt uppskot.

Men, sigur hon, tað er samstundis týdningarmikið, at lógin verður endurskoðað, tá ein tíð er fráliðin. 

Tá ber til at siga, um lógin virkar, ella um brúk er fyri tillagingum í henni.

Rættarnevndin skjýtur upp, at landsstýrisfólkið í løgtingsárinum 2028 kemur við uppskoti um at endurskoða integratiónslógina.

Lógin verður sett í gildi í stigum. 

Lógin sum heild kemur í gildi 1. juli næsta ár.

Men ásetingarnar um ókeypis skeið í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum, heimavitjan av heilsufrøðingi, og skeið um integratión av børnum koma ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2026. 

Ásetingin um skipaða trivnaðarætlan á dagstovnum kemur í gildi 1. juli 2026.

Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen halda, at nøkur átøk í lógini skulu vera krav og ikki tilboð, serliga foreldraskeiðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071