Hurðar flagsaðu í vindinum heima hjá Eli

Hurðar flagsaðu í vindinum heima hjá Eli
Í storminum leygarkvøldið hevði 99 ára gamli Eli Hansen úr Sandavági úr at gera við at halda úthurðini, tí durakarmurin var skrædnaður. Hann visti ikki av, at tekjan var rivin
26.11.2024 - 20:45

Um átta-tíðina leygarkvøldið fekk 99 ára gamli Eli Hansen úr Sandavági sløkkiliðið á gátt. Fólk hjá sløkkiliðnum vildu vita, hvussu stóð til heima hjá Eli, nú stormur leikaði á leygarkvøldið og sunnunáttina.

Úthurðin fekst ikki aftur, og partur av tekjuni var rivin, men tað visti Eli ikki av.

Hóast tað leikaði hart á heima hjá Eli leygarkvøldið, so var hann ongantíð bangin.

Fyribils býr Eli inni hjá dóttrini í Sandavági, og um dagin er hann í dagtilhaldinum Ivanshús í Miðvági.

Eli Hansen varð annars skrivaður upp at sleppa Á Sýnina í Miðvági fyri tveimum árum síðan, men hann veit ikki, hvussu leingi hann skal bíða, áðrenn hann sleppur inn har.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095