- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi demokratur fegnast um forsetavalið
Úrslitið av forsetavalinum kom ikki óvart á Manuel James Delgado, sum er amerikanari í Føroyum.
"Eg hevði bæði vónað og væntað, at Donald Trump fór at vinna", sigur fyrrverandi demokraturin.
Eg havi mist álit á demokratunum, tí havi eg valt at stuðla republikanska flokkinum nú, fortelur Manuel James Delgado.
Fyrr í vikuni tosaði Kringvarpið við tveir aðrar amerikanarar í Føroyum. Joshua Ty Carmichael og Patricia Lucas Petersen, sum ávíkavíst stuðlaðu Donaldi Trump og Kamalu Harris. Til ber at lesa meira um tað her: Amerikanarar í Føroyum fylgja væl við
Nøkur, sum nokk eisini fegnast um valúrslitið, eru næmingarnir á miðnámsskúlan á Kamsdali. Á stóra valdegnum gjørdu tey eina veljarakanning - úrslitið var, at meirilutin av teimum spurdu høvdu valt Donald trump til forseta, um tey høvdu valrætt í USA. Sí innslag her: Amerikanska valið á tímatalvuni
Annika Soll, sum er undirvísari í samfelagsfrøði á Glasi, vitjaði í sjónvarpsstovuni.