Páll og Hallur við aftur

Páll og Hallur við aftur
Páll Klettskarð og Hallur Hansson, sum hava verið í landsliðsutlegd, eru við aftur á fótbóltslandsliðnum, sum spælir avgerandi Nations League-dystir í næstum
04.11.2024 - 12:42

Eitt, tvey, trý, og so vóru Páll Andrasson Klettskarð og Hallur Hansson við aftur í føroyska landsliðshópinum.

 - Eg hevði kenslu av, at tað vóru tríggir spælarar, sum ikki vóru tøkir, og vit spurdu teir, um teir vóru tøkir til hetta síðsta (Armenia og Norðurmakedónia, red.), og vit fingu tvey játtandi svar, og teir hava vit so tikið út, segði Eyðun Klakstein, sum hevur ábyrgdina av teimum báðum síðstu Nations League-dystunum hjá Føroyum, sum verða í næstum.

Triði spælarin er Árni Fredriksberg, men støðan hjá KÍ-vonginum er hin sama, sum hon hevur verið í nógv ár. Hann er framvegis ikki tøkur.

Páll Andrasson Klettskarð og Hallur Hansson sótu ikki væl um sátt við Håkan Ericson, sum varð uppsagdur í oktober, men nú Eyðun Klakstein og Atli Gregersen ráða fyri borgum, eru KÍ-menninir aftur til reiðar at tørna út í hvítum.

 - So tað er ikki meir innviklað, enn at vit hava spurt, um teir vilja vera við, og teir hava sagt ja. Tað eru ongar avtalur um, at teir skulu spæla. Teir eru klárir aftur, og vit halda, at vit hava brúk fyri bæði Pálli og Halli, segði Eyðun Klakstein.

Føroyar spæla ímóti Armenia 14. november og ímóti Norðurmakedónia tríggjar dagar seinni. Báðir dystirnir eru á útivølli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. november
Morgunlestur hósdagur 7. november 2024
183013
Mikudag 6. november
Orðaval - ensk ávirkan á føroyskt
183203
Mikudag 6. november
Skratsj 30. oktobur 2024
183185
Mikudag 6. november
Góðan morgun Føroyar
183177
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125