Óli Mittún til GOG: Familja og trivnaður í hásæti

Óli Mittún til GOG: Familja og trivnaður í hásæti
Danska hondbóltsfelagið, GOG, er kent fyri at ala upp heimstjørnur sum Mikkel Hansen og Mathias Gidsel. Nú hevur Óli Mittún gjørt fýra ára avtalu við toppliðið á Fjóni
07.10.2024 - 21:17

Fleiri av størstu feløgunum í Evropa hava verið eftir føroyska hondbóltsúrmælinginum, Óla Mittún.

Hóast óvanliga kviki bakspælarin úr Hoyvík ivaleyst kundi farið beinleiðis til Týsklands, hevur hann valt at taka eitt 'minni' fet áðrenn hann leggur leiðina til eitt av risafeløgunum í Evropa.

Hann hevur valt GOG á Fjóni við trivnaði og familju fremst í huga.

 - Uttanfyri vøllin fari eg at búgva saman við nógvum ungum, og so eisini ein tíma frá Keypmannahavn, har eg havi nógva familju og vinir, sigur Óli Mittún, sum biður farvæl í IK Sävehof, tá hetta kappingarárið er lokið.

 

Eitt stig á leiðini

GOG er kortini ikki nakað lítið felag. Í løtuni er liðið av Fjóni á odda í bestu donsku deildini frammanfyri Aalborg, sum hevur fleiri stórspælarar á liðnum.

19 ára gamli Óli Mittún dylir heldur ikki fyri, at hann ætlar sær longur út í heim seinni.

 - GOG er eitt fantastiskt felag, men dreymurin er sjálvandi at koma til enn størri feløg. Beint nú eri eg kortini sera fegin um at skula spæla fyri GOG, og um teir klára seg øgiliga væl í ár, skulu vit kanska spæla Champions League, sigur Óli Mittún.

Keypið av hondbóltssnillinginum var kunngjørt undan toppbrakinum millum GOG og Aalborg, sum nýggja felagið hjá Óla Mittún vann sannførandi.

 

Hørð kapping um plássini

Óli Mittún telist millum heimsins fremstu hondbóltsspælarar í sínum árgangi - tað er allir serfrøðingar samdir um - men hann fær harða kapping um plássini, tá hann skal spæla í gulum og reyðum næsta ár. 

Hann skal millum annað kappast við 23 ára gamla norska spælskiparan, Tobias Grøndahl, eitt av heitastu hondbóltsnøvnunum í løtuni.

 - Mín leiklutur er sjálvandi sum spælskipari, so fara at skiftast eitt sindur. Tað kemur sjálvandi ann upp á, hvør spælir betri til ta tíð, men eg vænti, at vit fara at spæla eitt sindur saman eisini. Eg á vinstra bakki ella hann á vinstra bakki, greiðir Óli Mittún frá.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981