Bankar skulu rinda fyri tey ungu

Bankar skulu rinda fyri tey ungu
Tað skal gerast lættari hjá ungum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin, og tað eru bankarnir, sum skulu rinda tað, tað kostar, heldur Sambandsflokkurin
23.09.2024 - 19:24

Tað skal vera lættari hjá ungum at koma inn á bústaðarmarknaðin. Tað er aðalmáli í einum uppskoti, sum Sambandsflokkurin hevur lagt fram.

Men bankarnir skulu spæla við, nýggjar treytir setast við rentustuðulin og ein partrur av pensjónini skal eisini brúkast.

Í dag rinda øll til sína pensjón, og um ikki so langa tíð, eru øll komin upp á 12 prosent. Hetta er tvungið gjald, sum tað ikki kann nertast við. Men tað ætlar Sambandsflokkurin, so tey ungu kunnu fáa atgongd til helvtina av pensjónsupphæddini í tíggju ár eftir, at tey júst eru komin á bústaðarmarknaðin.

So fáa tey fleri pengar millum hendurnar her og nú, men tað verður minni at rinda út í hinum endanum.

 

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, er gestur í sjónvarpsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049